Lýsing

Bilførara til at koyra døgurðar til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum, avloysarastarv

NBH sóknast eftir bilførara at koyra døgurðar til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum at byrja skjótast til ber og fram til 31.12.2018.

Endamálið við starvinum er at veita heimabúgvandi borgarum góðan og føðsluríkan kost eftir tørvi. Ein tænasta, sum skal virka fyribyrgjandi og stuðla undir, at borgarin kann búleikast heima sum longst.

Starvið umfatar eisini at fyrireika útberingina í tøttum samstarvi við køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Tað veri seg at pakka døgurðan og at vera liðið millum borgaran og køkin í mun til ynskir, afturmeldingar, kunning um góða føðslu osfr.

 

Vit vænta, at tú

·      Skilir týdningin av góðari og nøktandi føðslu

·      Hevur áhuga í at arbeiða innan eldraøki

·      Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

·      Hevur vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi

·      Megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Útbúgving sum heilsustarvsfólk er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

 

Vit kunnu bjóða

Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla  eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.

 

Lønar- og setanartreytir

Verða sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Per Johannesen, deildarleiðara fyri Heimatænastuna, á tlf. 793470 ella við telduposti á perj@nbh.fo

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi, fríggjadagin 12. oktober 2017.

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024