Lýsing
Aftur

Deildarleiðari til Sambýlið í Bøgøtu

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir dugnaligum deildarleiðara at byrja 1. november 2018 – ella eftir nærri avtalu – í fulltíðarstarvi.
Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur og góðan leiðsluførleika.

 

Starvsinnihald
Sum deildarleiðari verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH, og kemur at hava ein týðandi leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.
 
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfakligum samstarvi – við støði í visjónini hjá NBH. Tú kemur í samband við ymiskar starvsbólkar, brúkarar við ymiskum tørvum og teirra avvarðandi. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.
 
Hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, og tí verður eisini væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.
 
Í Sambýlinum í Bøgøtu búgva 8 fólk.
 
Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni http://nbh.fo/leys-stoerv/finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofil og setanartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.
 
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
 
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.
 
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.foella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
 
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 19. oktober 2018.