Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Aftur

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir røktarstarvsfólkum til tímalønt arbeiði í Kalsoynni

Hevur tú hug at skapa góð og javnbjóðis kor fyri eldri borgarar í Norðoyggjum, so er tað kanska tær vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir
Heilsurøktarum og heilsuhjálparum at arbeiða í Heimatænastuni í Kalsoynni, tá tørvur er.

Talan er um skiftandi arbeiðstíðir og í vikuskiftum.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgvin sum heilsurøktari og heilsuhjálpari
  • Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
  • Góð samstarvsevni

Vit kunnu bjóða

  • Sjálvstøðug størv
  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Góðan stuðul frá fakfólkum í NBH

Um eingin umsøkjari er við heilsufakligari útbúgving, tilskilar NBH sær rætt til at seta fólk uttan útbúgving í avmarkað tíðarskeið.

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. +298 793470.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 15. januar 2018.