
Starvsfólk við køksfakligari útbúgving til Sambýlið í Bøgøtu
Vit sóknast eftir
Starvsfólki til køkin við setanarbrøki 0,625. Arbeitt verður dagvakt yrkadagar. Um eingin við køksfakligari útbúgving søkir, tilskilar NBH sær rætt til at seta annað starvsfólk.
Í Sambýlinum í Bøgøtu búgva 8 fólk.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum í Bøgøtu, tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, sum er:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Vit vænta
At tú hevur køksfakliga útbúgving, ert røkin og kennir týdningin av føðslugóðum kosti til eldri borgarar.
Eins og at tú er áhugað/ur í at arbeiða við eldri borgarum og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.
Vit kunnu bjóða
· Stórar fakligar avbjóðingar
· Spennandi og sjálvstøðugt starv
· Gott samstarv við onnur fakfólk
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Pállfríðu Petersen, deildarleiðara, á tlf. +298793425.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.foella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 19. oktober 2018.
5. mar 2019

4. mar 2019

11. mar 2019

25. feb 2019

27. feb 2019

11. mar 2019
