Lýsing

Húsavørður (farloyvisstarv) til VEKS

Søkt verður eftir húsavørði at seta í farloyvisstarv skjótast gjørligt og fram til 31.10.2019.

Talan er um starvsbrøk á 1,0

 

Førleikakrøv

  • Handverksútbúgving er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.
  • Góð samstarvsevni.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.
     

Arbeiðsuppgávur

Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:

  • skipa og útinna alt vanligt viðlíkahald og aðrar dagligar húsavarðauppgávur innan- og uttandurða á heimum okkara í Streymnesi og í Vestmanna.
  • hava ábyrgd av og skipa fyri, at akførini hjá VEKS eru í góðum standi og fara til neyðugu eftirlitini.
  • duga at loysa trupulleikar, tá í á stendur.
     

Vit kunnu bjóða

Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú í stóran mun fært møguleika at skipa tín egna arbeiðsdag.
Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við starvs- og búfólk.
 

Setanarstað og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS og starvsstaður er á Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi og á Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv), viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna

 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. oktobur 2018.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til

Niels A. Joensen, leiðara á tlf. 260552 ella teldupost nielsj@veks.fo

_ _ _ _ _

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,

Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara veks.fo

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024