Skrivstovustarv á Føroya Lærarafelag

Søkt verður eftir fólki at arbeiða á skrivstovu Føroya Lærarafelags.

Starvið er fjøltáttað og fatar bæði um skrivstovuarbeiði og bókhald.

Umsøkjarin skal hava royndir innan bókhald, hollan kunnleika til føroyskt mál og duga at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur.

Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur læraraútbúgving og hevur áhuga fyri yrkisfelagsarbeiði, men tað er tó eingin treyt.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skrivstovu felagsins – telefon nr. 616863.

Umsókn skal sendast til:
Føroya Lærarafelag
Pedda við Stein gøta 9
Postrúm 3264
110 Tórshavn

ella til: lararaf@lararafelag.fo

Skrivlig umsókn skal vera Føroya Lærarafelag í hendi í seinasta lagi 18. oktober 2018.

Føroya Lærarafelag

Aftur
Fíggjarleiðari til IRF
Umsóknarfreist:
24. jun 2019
Ert tú okkara nýggja sølufólk?
Umsóknarfreist:
24. jun 2019
Farloyvisstarv Umsitingarleiðari til Sjó…
Umsóknarfreist:
2. jul 2019
Starvs­fólk við heilsufakligari útbúgving…
Umsóknarfreist:
15. jul 2019
Húsavørður til dagstovnaøkið í Klaksvíka…
Umsóknarfreist:
27. jun 2019
Heilsuhjálpari til Sambýlið í Bøgøtu - f…
Umsóknarfreist:
8. jul 2019
Stjóri til Landsverk
Umsóknarfreist:
28. jun 2019
Stuðulsstørv í Skúlanum í Eystur­kommunu
Umsóknarfreist:
28. jun 2019