Lýsing
Aftur

Vinnu- og mentanarstjóri til Klaksvíkar Kommunu

Starvið sum vinnu- & mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu er eitt áramálssett starv, og er nú leyst at søkja.

Hevur tú viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstøði og royndir, ert tú serfrøðingur við almennari tilgongd, ið eisini dugir fyrisitingarliga handverkið, hevur tú áhuga fyri vinnu og mentan, og hevur tú kunnleika til leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til starvið.

STARVSKARMAR OG -INNIHALD
Klaksvíkar býráð er virkið í arbeiðinum at menna kommununa. Hetta setur stjóranum serlig krøv. Hann skal, saman við hinum stjórn-arlimunum og starvsfólkum á vinnu- og mentanardeildini, stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnu- og mentanarlívið í kommununi.

Vinnu- og mentanarstjórin mannar stjórnarbólkin saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum og tekniska stjóranum.

Vinnu- og mentanarstjórin hevur leiðsluliga og fakliga ábyrgd av vinnu- og mentanardeildini.

Týdningarmestu uppgávurnar hjá vinnu- og mentanarstjóranum eru at:

  • Tryggja, at samtyktir gjørdar av nevndum og býráð verða settar í verk
  • Standa fyri at menna og betra tænastustøðið innan vinnu og mentan í Klaksvíkar Kommunu
  • Tryggja fullgóða fíggjarstýring á vinnu- og mentanarøkinum og saman við hinum stjórnarlimunum tryggja, at fíggjarliga raðfestingin samsvarar politisku raðfestingini og tørvinum hjá kommununi
  • Tryggja, at vinnu- og mentanardeildin veitir politisku skipanini professionella og fakliga nøktandi ráðgeving
  • Tryggja, at vinnu- og mentanardeildin hevur eitt skilagott og professionelt samstarv og samskifti við avvarðandi samstarvs- og áhugabólkar
  • Samstarva um eitt vælvirkandi og samskipandi leiðslutoymi saman við kommunustjóranum og deildarstjórunum

FØRLEIKAKRØV:

Faklig
Ynskt verður, at umsøkjarar hava:

  • Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving saman við royndum
  • Kunnleika til leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring

Leiðsla

  • Leiðsluroyndir og evni at leiða onnur
  • Hava myndugleika og samstundis vera góður liðleikari
  • Dugir at samstarva tvørtur um fakmørk
  • Arbeiða strategiskt og halda fokus
  • Fáa málini framd og skapa úrslit

Persónlig

  • Lurta og vísa virðing fyri ymsum sjónarmiðum
  • Sparra og kveikja á fakliga og fyrisitingarliga økinum
  • Hava evni at raðfesta, samskipa og avhenda uppgávur
  • Hava evni og vilja at taka avgerðir og standa við tiknar avgerðir
  • Hava góð evni at lýsa sjónarmið fyri øðrum
  • Dáma at samskifta við starvsfólk, leiðslu og viðskiftafólk
  • Megna at umboða kommununa á ein bæriligan, reiðiligan og álitisvekjandi hátt
  • Tann, ið verður settur, skal hava gott innlit í og vitan um tær treytir, sum eru galdandi í einari kommunalari umsiting.
  • Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarar hava vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir.

Setanarviðurskifti
Starvið sum vinnu- og mentanarstjóri verður sett í 5 ár. Starvið er flokkað í 36. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið umframt 10 % í viðbót fyri tíðaravmarkað starv.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Upplýsingar um starvið
Hevur tú spurningar, ella vilt tú hava fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Tummas T. Eliasen, kommunustjóra

Tlf. 217788

Teldupostur: tummast@klaksvik.fo

Umsókn
Umsókn til starvið skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. oktober 2018 kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til:
Klaksvíkar kommuna

Nólsoyar Pálsgøta 32

Postboks 2

FO-710 Klaksvík

ella sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo.

Viðmerk „Vinnu- og mentanarstjóri“ á umsóknina.