Lýsing

Leiðari til flogsamskipanina (OPS - operations) hjá Atlantic Airways

Á deildini avgreiða vit og hava eftirlit við allari flogferðslu og tryggja, at flogferðslan gongur so smidliga sum gjørligt. Hetta er ein deild, har ferðin ofta er høg, og har optimering av manning og flogførum hevur ein avgerandi leiklut.

HØVUÐSUPPGÁVURNAR Á DEILDINI ERU HESAR:
Samskipa dagliga avgreiðslu av flogferðsluni og avgreiða allar brádliga íkomnar avbjóðingar, tá ið tað kemur til manning, flogfør og dagligu flogavgreiðsluna

Ábyrgd fyri, at allar uppgávurnar hjá deildini í sambandi við flogferðsluna eru skipaðar á best- an hátt

Ábyrgd fyri at leggja arbeiðsætlanirnar hjá flog- manningini

VIT VÆNTA, AT TÚ...

  • Hevur góð greiningarevni og logiskan sans
  • Hevur gott yvirlit, og at tú skjótt dugir at síggja samanhangir, tá ið avgerðir skulu takast
  • Ert diplomatisk/ur og sært loysnir heldur enn forðingar
  • Tað fellur tær natúrligt at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
  • Hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir
  • Heldur allar reglur og trygdarviðtøkur á økinum
  • Dugir væl føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu

VIT BJÓÐA:
Fyri tann rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv í eini dynamiskari fyritøku í støðugari menning, har samstarv tvørturum deildirnar í felagnum er av- gerandi.

LØN- OG SETANARTREYTIR:
Sambært avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskriv- stovu okkara í Vága Floghavn. Sum leiðari fyri OPS vísir tú til flogovastan.

UMSÓKN
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til georg@atlantic.fo í seinasta lagi mánadagin
29. oktober 2018.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

VILT TÚ HAVA MEIRA AT VITA?
Set teg í samband við Jóhan Mikkelsen, flog- samskipanarleiðara á tlf. +298 21 37 84 ella við telduposti á oha@atlantic.fo

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024