Lýsing

Innkeypari/sølufólk til el-fyritøku

Leitar tú eftir, ella kundi tú hugsað tær nýggjar avbjóðingar?

Ert tú fyrikomandi, dugir væl at samskifta og dámar tær at arbeiða sjálvstøðugt? So hava vit eitt spennandi starv til tín. Vit leita eftir einum skilagóðum starvsfólki til innkeyp/sølu í okkara fyritøku.

 

Um okkum:

Vit eru ein el- og automatikk fyritøka í menning, við nógvum stórum og spennandi uppgávum (avbjóðingum).

 

Uppgávur:

Høvuðsuppgávan er at standa fyri innkeypinum í fyritøkuniAðrar uppgávur

  • Søla
  • Víðarimenning
  • Taka hond í, har tørvur er

 

Førleikar ella útbúgving:

  • Tekniska útbúgving ella líknandi
  • Royndir innan keyp og sølu

 

Tað er fyrimunur við:

  • Útbúgving og royndum innan el-tekniskt øki
  • Kunnleika til PLC stýringar
  • Royndir innan ídnaðar-el.

 

Vit vænta, at tú:

  • Ert ósmæðin og fyrikomandi
  • Hevur áræði og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir at samskipa og ert opin fyri øðrvísi uppgávum
  • Hevur góðar málsligar førleikar

Umsókn:

Talan er um fulltíðarstarv, og verður tað sett skjótast til ber.

Løn sambært avtalu.

Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum skulu sendast innan 1. november 2018, til:

RVtøkni Sp/f

Stangavegur 14

700 Klaksvík

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Róa Vang, stjóra, á tel. 230230 ella teldupost rv@rvt.fo

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024