Lýsing

Húsavørður til sambýlir í Runavík og Klaksvík

Til eindirnar undir Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum í Eysturoy og Norðoyggjum verður søkt eftir húsavørði at arbeiða 20 tímar um vikuna. Starvið er fjølbroytt fevnir í løtuni um  húsavarðauppgávur í 9 sambýlum/dagtilboðum.

 

Uppgávur

Arbeiðið fevnir um smærri viðlíkahaldsuppgávur og umvælingar. Harumframt er uppgávan eisini at halda eygað við ventilatións- og hitaskipanum í nøkrum húsum.

Neyðugt er, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur eitt skipað arbeiðslag. Uppgávurnar verða skipaðar í samráð við eindarleiðsluna og umsjónarfólkið.

 

Um starvið

Talan er um eitt starv á 20 tímar um vikuna at byrja 01.12.2018 ella eftir nærri avtalu.

 

Førleikar

Til eindirnar undir Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum í Eysturoy og Norðoyggjum verður søkt eftir húsavørði at arbeiða 20 tímar um vikuna. Starvið er fjølbroytt fevnir í løtuni um  húsavarðauppgávur í 9 sambýlum/dagtilboðum.

 

Væntanir

Væntað verður, at tú hevur hegni og dugir at gera ymiskar uppgávur og at raðfesta hesar á ein skynsaman hátt. Av tí at arbeitt verður í ávikavist Klaksvík og í Runavík, er neyðugt, at tú hevur koyrikort til bil.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. 

Setanar- og lønartreytirnar eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið við Føroya Handverkarafelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn húsavørður til Trivnaðardepilin”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 31.10.2018 kl. 16.00

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oddfríðu Højgaard, eindarleiðara, tlf. 297600 ella Ann Mari Blástein, umsjónarfólk, tlf. 297363.

 

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024