Lýsing

Námsfrøðingur til Sambýlið í Mylnutúni í Klaksvík

Til Sambýlið í Mylnutúni í Klaksvík verður søkt eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna.

 

Um starvið

Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna at byrja 01.11.2018  ella skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s. dag-, kvøld- og náttarvaktum, umframt triðja hvørt vikuskifti.

 

Førleikar

Søkt verður eftir námsfrøðingi ella fólki við aðrari námsfrøðiligari útbúgving.

 

Uppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru at virka fyri, at borgarin trívist og fær neyðugan stuðul og umsorgan. Harumframt verður støðugt virkað fyri, at borgarin fær ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag, sum er bygdur á javnvirði. Vit hjálpa borgarunum at gerast so sjálvbjargin sum møguligt í egnari íbúð.

 

Væntanir

Væntað verður, at tú ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið, og at tú ert uppsøkjandi og forvitin. Eisini vænta vit eldhugað starvsfólk, sum er sálarliga og likamliga væl fyri, og hevur áhuga í at arbeiða eftir ávísum námsfrøðiligum leisti, har støði verður tikið í tí einstaka borgaranum. Neyðugt er at hava kt-førleikar og koyrikort til bil.

 

Vit kunnu bjóða

Starvið er spennandi, og tú kemur at hava møguleika fyri at vera við til at mynda virksemið í sambýlinum og at hava ávirkan á, hvussu tað skal útinnast.

 

Um Eind 12 í Trivnaðardeplinum

Sambýlið í Mylnutúni er partur av Eind 12 í Trivnaðardeplinum, sum veitir tænastu til vaksin við menningartarni í Norðoyggjum og Eysturoy. Til Eindina hoyra 3 sambýlir, 1 búfelagsskapur og stuðulsvirksemi til vaksin.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 12. Tey, ið verða sett,  mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytirnar eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Sambýlið í Mylnutúni - Eind 12”.

Kunning um Sambýlið í Mylnutúni kann lesast her

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 31.10.2018 kl. 12.00.

 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oddfríðu Højgaard, eindarleiðara, á tlf 297600 ella Aðalbjørg J. Linklett leiðara á tlf. 297676

 

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024