Heilsurøktra til Norðoya Røktarheim – avloysarastarv

Vit sóknast eftir

Heilsurøktara til avloysarastarv á setanarbrøki 0,8 – at byrja 1. desember 2018 til 31. oktober 2019.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Í Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova.

Hetta er eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við nógvum fakligum avbjóðingum, har starvast verður saman við ymiskum fakbólkum.

Til starvið krevst útbúgving sum heilsurøktari, góð samstarvsevni og áhugi í at arbeiða saman við eldri fólki. Áhugi og royndir innan demens kann vera ein fyrimunur.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum á Norðoya Røktarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

-        NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-        NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-        Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. +298 793430 ella við teldurposti til monicaz@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 12. november 2018.

 

Aftur
BAKKAFROST søkir projektleiðara til bygg…
Umsóknarfreist:
18. nov 2018
Útbúgvingarvegleiðari
Umsóknarfreist:
22. nov 2018
Løgfrøð­ingur, cand. jur., til Umhvørviss…
Umsóknarfreist:
19. nov 2018
Nema søkir forritara
Umsóknarfreist:
26. nov 2018
Sjúkrarøktar­frøð­ingur til Heimið við Vág…
Umsóknarfreist:
27. nov 2018
Handverkarar til MT Højgaard at byrja sk…
Umsóknarfreist:
2. des 2018
Bakkafrost Processing leitar eftir 100 n…
Umsóknarfreist:
30. nov 2018
Bakkfrost søkir starvs­fólk til PLC og st…
Umsóknarfreist:
24. nov 2018
Samskiftis­fólk til Landsbanka Føroya
Umsóknarfreist:
26. nov 2018