Lýsing

Starvsfólk við køksfakligari útbúgving til Sambýlið í Bøgøtu - endurlýsing

Vit sóknast eftir
Starvsfólki til køkin við setanarbrøki 0,625 at byrja skjótast til ber. Arbeitt verður í dagtímum yrkadagar.
Um eingin við kostfakligari útbúgving søkir, tilskilar NBH sær rætt til at seta annað starvsfólk.
Í Sambýlinum í Bøgøtu búgva 8 fólk.
 
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum í Bøgøtu, tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Vit vænta
At tú hevur kostfakliga útbúgving, ert røkin og kennir týdningin av føðslugóðum kosti til eldri borgarar.
Eins og at tú er áhugað/ur í at arbeiða við eldri borgarum og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.
 
Vit kunnu bjóða
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við fakligum avbjóðingum í góðum samstarvi við onnur fakfólk
 
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóri fyri NBH, á tlf. +298793401 ella við telduposti til marnae@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.foella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
 
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 14. november 2018.
 

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024