Lýsing

Heilsuhjálpari til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir

Heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,6 at byrja skjótast gjørligt.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 11 fólk.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Ellis- og Vistarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú hevur útbúgving sum heilsuhjálpari, ert áhugað/ur í at arbeiða við eldri borgarum og hevur góð samskiftisevni. Royndir og áhugi innan demens kann vera ein fyrimunur.

 

Vit kunnu bjóða

Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við stórum fakligum avbjóðingum, í góðum samstarvi við onnur fakfólk.

 

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Turið Zachariassen, deildarleiðara, á tlf. +298 793420 ella við telduposti til turidz@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 14. november 2018.

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024