Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir

Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,75 at byrja skjótast til ber.

Arbeitt verður í blandaðum vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á 2 eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi – hóast førleikatarn.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Vit vænta somuleiðis, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Starvið krevur, at tú ert fleksibul í mun til at loysa arbeiðsuppgávurnar. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tlf. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík. 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi týsdagin 27. november 2018.

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024