Lýsing

BAKKAFROST søkir projektleiðara til bygging

Bakkafrost sóknast eftir rætta persóninum til at standa á odda fyri teimum stóru byggiprojektunum, sum eru fyri framman.
Sum projektleiðari kemur tú at hava ábyrgd fyri greining, ráðlegging, tíðarætlan og samskipan av øllum pørtum av teimum stóru byggiprojektunum hjá Bakkafrost. Í løtuni er høvuðsfokus á bygging av smoltstøðum og lívfiskastøð.

Starvið
Sum projektleiðari skalt tú leiða byggiprojektini hjá Bakkafrost ogtaka tær av áhugamálunum hjá Bakkafrost. Arbeiðsuppgávurnar verða krevjandi og fjøltáttaðar og koma m.a. at fevna um at:

  • Samskipa projektir í øllum stigum av byggingini
  • Tryggja dygga projektleiðslu, fíggjarstýring og rapportering
  • Gera tíðarætlan og tryggja, at hon verður hildin
  • Hava regluligt eftirlit við byggingini

Tryggja regluligt samskifti innanhýsis og uttanhýsis við viðkomandi partar
 
Projektleiðarin vísir beinleiðis til forstjóran. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum.
 
Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og sera góðan kunnleika til projektleiðslu. Harumframt hevur tú hollar royndir við at leiða størri byggiprojekt.
 
Sum persónur ert tú

  • Sjálvstøðug/ur
  • Fleksibul
  • Heldur avtalur

Hevur góð samskiftisevnir
 
Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.
 
Vit bjóða
Sum projektleiðari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einari fyritøku, sum ger stórar íløgur í bygging. Íløgurnar eru ein partur av at tryggja áhaldandi menning og innovatión fyri at standa seg í kappingini um kundarnar. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Regin Jacobsen, forstjóra, á tel 23 50 01 ella t-post reja@bakkafrost.com.

Umsókn
Umsókn til starvið við CV, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com 

Umsóknarfreist
Starvið verður at seta sum skjótast. Umsóknarfreistin er 18. november 2018.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
 
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.
 
www.bakkafrost.com
 

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024