Lýsing

Útbúgvingarvegleiðari

Hevur tú hug og hegni til at vegleiða og kunna um útbúgvingarmøguleikar innan- og uttanlands?

Vit sóknast eftir einum eldhugaðum útbúgvingarvegleiðara, ið vil standa á odda fyri at veita yvirskipaða vegleiðing og kunna um útbúgvingarmøguleikar og lestrarstuðul bæði í Føroyum og uttanlands.

Starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá útbúgvingarvegleiðaranum eru m.a.:

at vegleiða fólki, sum ætla sær undir hægri lestur uttanlands
at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
at kunna um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands
at veita lesandi beinleiðis vegleiðing og praktiska hjálp, serliga teimum, ið ætla sær uttanlands at lesa hægri lestur
at vegleiða fólki innan avriksflutning (merit) og skiftislestur
at kunna og vegleiða um lestrarstuðulsmøguleikar og treytir, serliga innan ÚSUN økið
at kunna um Nordplus og vegleiða umsøkjarum í hesum sambandi
at skipa fyri enskum málroyndum (IELTS)
at skipa fyri kunnandi átøkum
at ráðgeva lestrarvegleiðarum
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar:

Hava viðkomandi kandidat/master útbúgving frá hægri lærustovni
Leggja dent á at veita góða og skjóta tænastu
Hava góðar fyrisitingarligar førleikar
Duga væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum
Hava góð samstarvsevni
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur útbúgving ella royndir í vegleiðing.

 

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt starv í støðugari menning og í einum góðum arbeiðsumhvørvi
Tú fært møguleika at mynda starvið sjálv/ur
Eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti úteftir
 

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Útbúgvingarvegleiðarin er staðsettur í Studna, ið er fyrisitingarlig eind í Undirvísingarstýrinum. Undirvísingarstýrið er í eini uppbygginargongd, og tú mást tola møguligar broytingar í starvinum.

 

Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Studna
Hoydalsvegur 1
Postrúm 1345
110 Tórshavn
ella t-post umsokn@studni.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. november 2018. Starvið verður at seta 1. januar 2019 ella eftir nærri avtalu.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, á tlf. 555080.

Aftur
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024