Lýsing

Løgfrøðingur, cand. jur., til Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan leitar eftir løgfrøðingi til virkisøkini tinglýsing, landsfólkayvirlit og menning av tænastuveitingum í Talgildu Føroyum.

Starvsøkið
Sum løgfrøðingur fært tú fakligu ábyrgdina av málsviðgerðini á deildini fyri tinglýsing og landsfólkayvirlit. Deildin hevur eisini um hendi navnamál, vápnaskráseting, vápnaloyvir og aðra málsviðgerð og tvørgangandi samstarv.
Í menningini av nýggjum, talgildum skipanum og tænastum verður tú við til at byggja upp vitan, seta krøv og tryggja dygdarveitingar, eisini í mun til nýggj krøv til handfaring av persónsupplýsingum o.a.m.

Innanhýsis verður tað eisini tín uppgáva at veita fyrisitingarliga og løgfrøðiliga ráðgeving til starvsfelagar, menna fyrisitingarligar mannagongdir o.a., umframt at veita fakliga vegleiðing og svara spurningum frá kundaskaranum.
Tú skalt vera útbúgvin løgfrøðingur, cand. jur., og tað er ein fyrimunur, um tú hevur løgfrøðiligar og fyrisitingarligar royndir frá almennu fyrisitingini, ella aðrar viðkomandi royndir. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur vitan og royndir innan verkætlanararbeiði, KT-menning og talgilding.

Vit vænta, at tú

bæði dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum, innanhýsis sum uttanhýsis, og at tú megnar at arbeiða við nógvum ymiskum uppgávum,
trívist í einum fakliga fjøltáttaðum umhvørvi og hevur eitt opið og positivt lyndi,
dugir væl at orða teg í skrift og talu, serliga á føroyskum og donskum, og helst eisini á enskum, og
hevur góðar KT førleikar.
 

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- & Løgfrøðingafelagið. Starvið verður at seta skjótast gjørligt.

Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 19. november 2018 kl. 13.00 og sendast okkum við telduposti á starv@us.fo, frámerkt “Løgfrøðingur”.

 

Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan er ein stovnur undir Heilsu- og innlendismálaráðnum, sum fevnir um umhvørvisvernd og gransking, orku og el-veitingareftirlit, skógrøkt og gróðurstøð, matrikul, kort, geodátur og tinglýsing og landsfólkayvirlit.
www.us.fo

Grundardátur
Umhvørvisstovan tryggjar samfelagnum grundardátur um persónar, tinglýsing, matrikul, kort og geodátur.
Umhvørvisstovan mennir, saman við Talgildu Føroyum, nýggjar KT-skipanir, sjálvvirkandi dátuveitingar og sjálvgreiðslutænastur.

www.talgildu.fo/grundardatur

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024