Lýsing

Bakkafrost Processing leitar eftir 100 nýggjum starvsfólkum

Vegna økt virksemi søkja vit eftir fleiri starvsfólkum til góðskingarvirkið á Glyvrum. Vit hava arbeitt miðvíst við at tryggja nýggjar langtíðarsáttmálar, ið bæði eru við til at tryggja virksemið hjá Bakkafrost, samstundis sum tað eisini tryggjar starvsfólkunum hjá Bakkafrost støðugt arbeiði yvir eitt longri tíðarskeið. Hetta arbeiðið hevur gingið væl, og tí mangla vit nú 100 dugnalig starvsfólk.

 

Starvið

Tú verður ein partur av einari fyritøku í heimsflokki. Tú kemur at arbeiða í vaktum og mást tí eisini vera til reiðar at arbeiða skiftandi tíðir. Løn er sambært galdandi sáttmála. Harumframt bjóða vit fría heiltíðar lívs- og vanlukkutrygging til okkara starvsfólk aftaná 3 mánaðir í starvinum.

Vit hava framkomnar umstøður við einari frálíkari kantinu. Tú kanst luttaka í matarskipan til ein sera rímiligan prís.

Vit hava nógv dugnalig fólk í starvi, so tú fært fittar og dugnaligar starvsfelagar.

Søk

Um tú ynskir eitt starv á okkara framkomna góðskingarvirki á Glyvrum, kanst tú ringja á tlf. 235013 ella skriva til hr@bakkafrost.com

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024