Sálarfrøðingur ella sálarviðgeri til Blákrossheimið

Søkt verður eftir sálarfrøðingi ella sálarviðgera til Blákrossheimið – DAT-Ung 15-18 ár.

Høvuðsarbeiðið er á deildini DAT-Ung hjá Blákrossheiminum, ið er staðsett í Tórshavn. Tó verður
ferðing millum høvuðsdeildina, sum er Blákrossheimið á Nesi, og deildina DAT-Ung. Viðgerðin er
skipað sum DAT-viðgerð (Dialektisk atferðar terapi). DAT-Ung er eitt ambulant viðgerðartilboð, sum
verður skipað við m.a. staksamrøðum og bólkaviðgerð. Í DAT-Ung deildini kemur tú at arbeiða saman
við einum sálarfrøðingi, og tit eru partur av viðgerðartoyminum hjá høvuðsdeildini.

 

Vit rokna við, at tú:

hevur útbúgving sum sálarfrøðingur ella sálarviðgeri frá hægri lærustovni. Tað er ein
fyrimunur, um tú hevur góðkenning og royndir við DAT-viðgerð.
hevur lætt við at koma í samband við menniskju og hevur áhuga at arbeiða við ungum.
hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir.
vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.
 

Løn/setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum
avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. desember
2018 kl. 12.00.

Byrjað verður í starvinum 1. Feb. 2019

 

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jüttu J. Olsen, leiðara á Blákrossheiminum. T-post: jutta@blakross.fo, ella tlf. +298 770 770

 

Umsóknin skal sendast til:
blakrossheimid@blakross.fo
Att.: Jütta J. Olsen, leiðari

Aftur
Fíggjarfulltrúi til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
17. des 2018
Sernáms­frøði­ligur ráðgevi til Sernám – e…
Umsóknarfreist:
28. des 2018
Tekniskur leiðari til Vága kommunu
Umsóknarfreist:
4. jan 2019
BAKKAFROST søkir starvs­fólk til Góðskude…
Umsóknarfreist:
2. jan 2019
Vilt tú standa á odda fyri orkumiklastu…
Umsóknarfreist:
21. des 2018
BAKKAFROST søkir Maskin­fólk til virkið á…
Umsóknarfreist:
30. des 2018
Starvs­fólk við kostfakligari útbúgving t…
Umsóknarfreist:
20. des 2018
Samskiftis­ráð­gevi til Samferðslu­mála­ráði…
Umsóknarfreist:
17. des 2018
Barna­verndar­tænastan í Vágum søkir eftir…
Umsóknarfreist:
17. des 2018
Dugnaligur og miðvísur vinnu­ráð­gevi
Umsóknarfreist:
26. des 2018