Lýsing

Fulltrúi til Samferðslumálaráðið

Søkt verður eftir einum løgfrøðingi, cand. jur., fyri løgfrøðing, sum fer í barnsburðarfarloyvi. Ynskiligt er, at  viðkomandi kann byrja í starvinum sum skjótast.
 
Starvið
Starvsuppgávurnar eru m.a. at evna til lógaruppskot og kunngerðir og málsviðgera innan virkisøkið hjá Samferðslumálaráðnum.
 
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúgving frá hægri lærustovni.
 
Setan
Starvið verður sett sambært avtalu.
 
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.
 
Nærri upplýsingar um starvið
Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar, kunnu seta seg í samband við Rúna Joensen, aðalstjóra, tlf. 306000 ella 558070.
 
Umsókn:
Umsóknir við prógvum, C.V. og møguligum viðmælum skulu sendast til:
 
Samferðslumálaráðið
Tinganes
Postboks 64
110 Tórshavn
Ella:smr@smr.fo
 
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. desember 2018.
 
Samferðslumálaráðið
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum umsitur arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, barsilsskipan, vanlukkutryggingarmál, brunaumsjón, busskoyring og farmakoyring, bygda- og oyggjaleiðir, ferðslumál, ferjulegur, ferjur, kavaramál, landshavnir, landsvegir, samferðslumál, tyrlupallar, ráðgevur viðvíkjandi flogvøllum, fyrisitur fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.
Stovnar undir ráðnum eru Strandfaraskip landsins, Landsverk, Akstovan, Arbeiðseftirlitið og ALS. Harumframt eru almennu partafeløgini Eystur- og Sandoyartunlar, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin undir ráðnum. www.smr.fo

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024