Lýsing

Samskiftisráðgevi til Samferðslumálaráðið

Við hesum er eitt starv sum samskiftisráðgevi leyst at søkja í Samferðslumálaráðnum
Sum samskiftisráðgevi skalt tú í tøttum samstarvi við landsstýrisfólkið og starvsfólk í ráðnum orða røður og framleiða tíðindi og kunningartilfar á økinum hjá ráðnum. Harumframt skalt tú røkja heimasíðuna og møguliga aðrar sosialar miðlar hjá ráðnum, umframt at loysa aðrar uppgávur í ráðnum, tá ið tørvur er á tí.
 
Vit ynskja ein persón sum:

  • Hevur góðar førleikar í føroyskum máli
  • Hevur hollar royndir at skriva røður, tíðindi og kunningartilfar
  • Hevur royndir og innlit í miðlaheimin
  • Hevur royndir við at røkja og menna heimasíður og sosialar miðlar
  • Hevur góð samstarvsevni, og samstundis megnar at arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Førleikakrøv
Viðkomandi hægri útbúgving, eitt nú innan samskifti, retorik, journalistik ella líknandi. Starvsroyndir innan fjølmiðlaøkið.
 
Setanar – og lønartreytir
Starvið er sáttmálasett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður at seta sum skjótast. Talan er um eina tíðaravmarkaða setan til 31. desember 2019.
Tann sum settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til aðalstjóran í ráðnum. Setanarøkið fevnir um Samferðslumálaráðið og stovnar undir tí.
 
Umsókn:
Umsóknir við prógvum, C.V. o.ø. skulu sendast til:
 
Samferðslumálaráðið
Tinganes
Postboks 64
110 Tórshavn
Ella smr@smr.fo– viðmerk “Samskiftisráðgevi”
 
Samferðslumálaráðið skal hava umsóknina í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. desember 2018.
Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Rúna Joensen, aðalstjóra, á tlf 558070.
 
Samferðslumálaráðið
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum umsitur arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, barsilsskipan, vanlukkutryggingarmál, brunaumsjón, busskoyring og farmakoyring, bygda- og oyggjaleiðir, ferðslumál, ferjulegur, ferjur, kavaramál, landshavnir, landsvegir, samferðslumál, tyrlupallar og fyrisitur fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.
Stovnar undir ráðnum: Strandfaraskip landsins, Landsverk, Akstovan, Arbeiðseftirlitið og ALS. Harumframt eru almennu partafeløgini Eystur- og Sandoyartunlar, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin undir ráðnum. www.smr.fo

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024