Lýsing

Starvsfólk við kostfakligari útbúgving til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir

Starvsfólki við kostfakligari útbúgving til Heimið við Vágna á starvsbrøki 0.875 at byrja 1. januar 2019 ella eftir nærri avtalu.

Endamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum á Heiminum við Vágna góðan og føðsluríkan kost eftir tørvi.

Talan er um eitt nýtt og spennandi starv, har tú – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran fyri Heimið við Vágna – fert at hava ein týðandi leiklut í mun til at menna innihaldið í starvinum, bæði fakliga og skipanarliga t.d. at seta fólk í køkin.

Á Heiminum við Vágna eru 24 pláss, skipað í tríggjar eindir. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á 2 eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi - hóast førleikatarn.

Dagtilhaldini Sóljan og Búðatrøð húsast somuleiðis á Heiminum við Vágna, her vitja umleið 30 fólk dagliga.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst kostfaklig útbúgving.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Roknast kann við, at virksemið verður víðkað, og tað krevur, at tú ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til framhaldandi at menna tænastuna.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Verða sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost og Føðslufelagið.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara fyri Heimið við Vágna, á tlf. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er hósdagin 20. desember 2018.

 

 

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024