Lýsing

Sernámsfrøðiligur ráðgevi til Sernám – endurlýsing

Søkt verður eftir sernámsfrøðiligum ráðgeva til barsilsfarloyvisstarv við setanarbroti 0,75 at byrja 1. februar 2019 ella skjótast eftir tað.

Sernám hevur, umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, eisini deildir í Norðoy, Eysturoy og Suðuroy.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið, og hetta starvið er í løtuni knýtt til toymi, sum hevur Eysturoynna og Norðoyggjar.

 

Vit bjóða:

·      Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum

·      Eitt fakligt/tvørfakligt og sernámsfrøðiligt mennandi umhvørvi

·      Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

 

Harumframt vænta vit, at umsøkjari:

·      Hevur áhuga fyri avbjóðingum, og er fúsur at royna nýggjar leiðir

·      Hevur førleika  at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum

·      Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og hevur góð samstarvsevni

·      Dugir væl at skapa álit

·      Trívist við at samstarva við skiftandi fakbólkar

 

Høvuðsuppgávur í starvinum eru:

  • At veita ráðgeving og vegleiðing til foreldur og starvsfólk í skúlum og dagstovnum, sum eru um børn í serligum avbjóðingum
  • At samskipa átøk við støði í niðurstøðum og tilmælum frá Sernámi og øðrum stovnum
  • At eygleiða og ráðgeva  í mun til skipan av sernámsfrøðiligum átøkum  í skúlum og dagstovnum
  • At vegleiða skúlum og stovnum at gera einstaklinga læru- og menningarætlanir 
  • At samstarva tvørgreinaligt innanhýsis og uttanhýsis

 

Førleikakrøv: 

Útbúgving sum lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving/hægri útbúgving innan sernámsfrøði.
Royndir innan sernámsfrøðiliga økið er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.


Setanartreytir til starvið:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

 

Umsóknarfreist:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. desember 2018 og skulu sendast til:

 

Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn 
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo 

 

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.

 

 

 

Aftur
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024