Lýsing

Sjóndepilin søkir eftir starvsfólki

Søkt verður eftir starvsfólki til dagtilhaldið og vart verkstað í fast starv við 35 tímum um vikuna.

Sjóndepilin hevur trýggjar sjálvstøðugar eindir:

Ráðgevingin og Dagtilhaldið á Íslandsvegnum og Verkstaðið á Traðabrekku.

Dagtilhaldið hevur eina virkna vevstovu, ið framleiðir ymiskar vovnar lutir til sølu. Ymiskt handaligt arbeiði umfatar hornarbeiði , tøving, binding o.m.a.

Á verkstaðnum eru ymiskar handaligar og sosialar uppgávur. Borgararnir her eru sjónveikir og lættari seinmentir.

Starvið umfatar - við veving sum høvuðsfak:

  • upptøkuprát og samskipan
  • leggja arbeiði til rættis
  • vegleiða, læra og rætta
  • eftirskoða gjørt arbeiði
  • montera
  • fyriskipa felags tiltøk
  • samskifti við avvarandi
  • innkeyp av tilfari

Starvsfólkið søkt verður eftir, kemur at verða ein partur av framleiðslutoyminum.

Krøv til fakligar førleikar:

  • hollan kunnleika til veving
  • førleikar innan ymiskt handarbeiði
  • telduførleika

Krøv til persónligar førleikar:

  • jalig(ur) og tolin
  • hevur hugflog og evnir at læra frá sær
  • góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málssøkin

Sjóndepilin bjóðar:

  • fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar
  • atlit og arbeiðshættir

Starvið verður  lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Almanna- og Heilsurøktarafelagið.

Starviði verður sett frá 1.februar ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14.desember 2018. Umsóknir skulu sendast til:

Sjóndepilin

att. leiðarin

boks 2074

FO-110 Tórshavn

Teldupost: kak(at)sjondepilin.fo

Eru fyrispurningar, kunnu tit ringja á tlf. 31 82 22 og spyrja eftir leiðaranum.

Meira kunning á www.sjondepilin.fo

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024