Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Aftur

Sjúkrarøktarfrøðing og heilsurøktara til Sambýlið á Heygnum

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum í Sambýlinum á Heygnum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir

  • Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,85 at byrja skjótast gjørligt til 31. oktober 2018, møguleiki er fyri hægri brøki.
  • Heilsurøktara í fast starv á setanarbrøki 0,8 at byrja skjótast gjørligt, møguleiki er fyri hægri brøki.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Sambýlinum á Heygnum eru 16 pláss, tvey av hesum verða við ársbyrjan 2018 sett av til samdøgursrehabilitering.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum á Heygnum tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
  • Góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðugt størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Meibritt Djurhuus, deildarleiðara, á tlf. +298 793410.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 15. januar 2018.