Lýsing

Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir skrivstovufólki

Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir einum dugnaligum skrivstovufólki 30 tímar um vikuna. Starvssetanin byrjar 1. Januar 2019 ella skjótast til ber.

Vegna átrokandi upprudding í gomlu skjalagoymsluni, er ætlanin, at skrivstovufólkið skal arbeiða fulla tíð ella 39 tímar um vikuna í 2019.

Um uppruddingin ikki er liðug við árslok 2019, verður hildið áfram í 2020, til arbeiðið er liðugt.

Tað er ætlanin at skrivstovufólkið skal brúka 9 av 39 tímar burturav til at arbeiða við skjalagoymsluni. Tá uppruddingin er liðug, verður arbeiðstíðin 30 tímar um vikuna, um grundarlag tá ikki er fyri uppgávum, ið kunnu geva fleiri tímar.

Førleiki
Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving og góðan málkunnleika í føroyskum. Ynskiligt er, at umsøkjari hevur royndir at arbeiða við journalskipan.

Persónlig førleikakrøv og royndir
Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

  • hevur góð samstarvsevni, er nærlagdur, arbeiðssamur,
  • er tænastusinnaður, fleksibul og hevur innlit í almennu fyrisitingina
  • eisini er ábyrgdarkensla ein eginleiki, ið vit virðismeta høgt.

Løn og setarnartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunufelagið og Starvsmannafelagið og lønt í lønarflokki IV.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Regin Johansen, leiðara, á telefon 794430 ella á teldupost regin@vaga.fo

Umsókn
Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndum og revsiváttan, skulu vera Barnaverndartænastuni í Vágum, Hammerhaimbsvegur 1, 360 Sandavágur ella bvt@vaga.fo í hendi, í seinasta lagi mánadagin 17. desember 2018 klokkan 12.00.

Seturnarsamrøður verða hósdagin 20. desember 2018

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024