Lýsing

Dugnaligur og miðvísur vinnuráðgevi

Í BankNordik hava vit drúgvar royndir í føroyskum vinnulívi. Nú sóknast vit eftir einum dugnaligum vinnuráðgeva, ið hevur hug at gerast partur av eldhugaða ráðgevingartoymi okkara á Vinnudeildini í Havn.

Starvið

Sum vinnuráðgevi fært tú eitt fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum. Tín fremsti leiklutur verður at veita kundunum eina dygdartænastu og heildarráðgeving, sum altíð tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka.

Millum kundar okkara eru bæði smærri fyritøkur, ið virka á føroyska marknaðinum og føroysk virki, ið hava allan heimin sum sítt virkisøki. Gerandisdagurin á Vinnudeildini er sostatt spennandi og avbjóðandi, og vit leggja okkum altíð eftir at hava eitt gott og tætt samstarv við okkara kundar.

Førleikakrøv

·       Tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. bankaútbúgving, HD ella cand.merc.

·       Tú hevur kunnleika til og áhuga fyri føroyskum vinnulívi og ymiskum vinnugreinum.

·       Tað er ein fyrimunur, um tú hevur vinnulívsroyndir.

Starvið inniber nógv samskifti við bæði kundar og starvsfelagar. Tí er tað umráðandi, at tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur, og at tær dámar at fáa samband við nýggjar kundar.

Nakrir av tínum persónligu eginleikum eru, at tú ert opin, framsøkin og at tú leggur dent á at náa góðum úrslitum. Fyri at eydnast í starvinum mást tú hava eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, duga væl at arbeiða í toymi og brenna fyri at veita kundunum ta bestu ráðgevingina.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi við drúgvum royndum og djúptøknum innliti í føroyskt vinnulív.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. desember 2018. Til ber at søkja starvið her: https://app.jobmatchprofile.com/efwtuw.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jón Brekku, vinnuleiðara, á telefon 230521 ella á jb@banknordik.fo.

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024