Lýsing

Heilsutrygd søkir tveir kliniskar dietistar

Um størvini:

1 starv 40 tímar um vikuna at arbeiða í Eysturoy og Norðoyggjum
1 starv 40 tímar um vikuna at arbeiða í Suðurstreymoy, Sandoy og Vágum
Størvini eru til setan 1. februar 2019 ella eftir nærri avtalu.

 

Størvini fevna um:

  • Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna
  • Einstaklingaráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, maga- og tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti
  • Einstaklingaráðgeving til børn, ið viga ov nógv ella eru í ringum trivnaði
  • Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum, sum hava tørv á tí í samband við kostviðgerðina
  • Ráðgeving í mun til fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
  • Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
  • Kostviðgerðin og sjúkugongdin verða skrásett í Cosmic (talgildu heilsuskipanini)

Endamálið við hesi tænastu er, at kostráðgevingin verður veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.

Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum. Dentur verður lagdur á at uppbyggja heilsufakligu kostráðgevingina í Føroyum, og tí mugu tey, ið verða sett, vera fús at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.

 

Førleikakrøv:

  • Útbúgving og løggilding sum kliniskur dietistur
  • Hevur hug at menna kostráðgevingina í Føroyum
  • Hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu
  • Dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika
  • Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Hevur evni at laga teg til broytingar
     

Vit bjóða:

  • Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
  • Eitt fjølbroytt og mennandi starv
  • Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning
     

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða sett sambært sáttmálanum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Størvini verða sett undir Heilsutrygd í eini skiftistíð, og mugu umsøkjarar tola broytingar í setanarviðurskiftunum.

 

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir skulu verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. januar 2019 kl. 12.00.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Anitu Højgaard, kliniskan dietist á tlf. 793033 ella Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúa á tlf. 794003.
 

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024