Lýsing

Vil tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir eftir avloysara fyri heilsufrøðing

Starvið er 28 tímar um vikuna á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu og á smábarnaøkinum í Tórshavn og Nólsoy frá 1. februar til 31. juli 2019. Frá 1. august til 31. desember 2019 er starvið 20 tímar á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu. Starvið er til setan skjótast gjørligt.

Vit kunnu bjóða:

  • Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
  • Fakligt mennandi umhvørvi
  • At vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum
     

Førleikakrøv:

  • Útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving sum heilsufrøðingur
  • Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
  • Áhuga fyri fakligari menning
     

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding
  • Royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.
    Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

 

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. januar 2019 kl. 12.00.

 

Meiri fæst at vita við at ringja til Bjørghild Djurhuus, virkandi fakligan stjóra á tel. 562356.

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Summar­feriuavloysari
Umsóknarfreist:
3. mai 2024