Lýsing

Spennandi uppgáva sum sálarfrøðingur innan ættleiðing

Vilt tú vera við til at hjálpa ættleiðingarfamiljum við teirra serligu avbjóðingum, er hetta møguliga rætta uppgávan til tín.

Nýggj føroysk lóg um ættleiðing ásetir, at familjur skulu hava fyrireikingarskeið og ráðgeving áðrenn og aftaná ættleiðingina. Hetta fyri at tryggja ættleiddum børnum best møguligar fyritreytir fyri einum tryggum og heilsugóðum uppvøkstri. Tað er Gigni, sum hevur ábyrgd av at skipa fyri skeiðum og ráðgeving og soleiðis veita hesum familjunum ta sertænastu, sum teimum tørvar.

Hevur tú hug at vera partur av einum toymi, sum skipar fyri skeiðum og er við til at ráðgeva ættleiðingarfamiljunum, ert tú vælkomin at søkja.

Okkum tørvar tveir sálarfrøðingar frá 1. februar ella skjótast tilber. Avtalan millum sálarfrøðingarnar og Gigni verður fyribils galdandi í 2 ár við møguleika fyri framhaldi.

 

Førleikakrøv:

  • Útbúgving og løggilding sum sálarfrøðingur (cand. psyk. ella líknandi)
  • Góðan kunnleika um menningarsálarfrøði
  • Góð innlivingarevnir og er dugnalig/ur at taka útgangsstøði í støðuni hjá øðrum
  • Dugir at undirvísa egnum og øðrum yrkisbólkum
  • Hevur áhuga og/ella royndir innan ættleiðingarøkið
  • Vit vænta, at tú hevur annað starv og harafturat kann knýtast til toymið innan ættleiðing. Avroknað verður í samsvar við teir tímar, sum verða brúktir til ráðgevingina og til skeiðini. Støðið verður tikið í sáttmálanum millum Føroyskar Sálarfrøðingar og Heilsumálaráðið frá 1. juli 2011.
  •  

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. januar 2019 kl. 12.00.

Meiri fæst at vita við at ringja til Bjørghild Djurhuus, virkandi fakligan stjóra á tel. 562356 ella Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúa á tlf. 794003.

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024