Lýsing

AFIS operatørar til Vága Floghavn

Hevur tú hug at arbeiða í torninum á Vága Floghavn? Ert tú útbúgvin AFIS operatørur ella droymir tú um at gerast AFIS operatørur? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vága Floghavn skal yvirtaka AFIS í Vágum tann 1. januar 2020. Tørvur er at økja um starvsfólkahópin, og er ætlanin at seta 2 fólk sum skjótast.  

Høvuðsuppgávan hjá AFIS tænastuni er at tryggja flogferðslutænastu og veita tekniska hjálp sambært galdandi reglum og samstarvsavtalum.

 

Arbeiðsuppgávur

Ein AFIS operatørur veitir flogvallarkunningartænastu, ávaringartænastu og veðurupplýsingar.

 

Førleikar:

-      Tað er fyrimunur, um tú hevur góðkent FIS certifikat og/ ella góðkent veðureygleiðaraútbúgving (vejrobservatationsuddannelse)

-      Hevur kunnleika til KT á brúkarastøði

-      Tú kanst samkifta á føroyskum, donskum og enskum bæði í skrift og talu

 

Vit kunnu bjóða tær

Umsøkjari uttan útbúgvning skal gjøgnumføra viðkomandi útbúgving. Útreiðslurnar í sambandi við útbúgvingina rindar Vága Floghavn, og byrjar útbúgvingin eftir ætlan í februar 2019. Arbeitt verður í toymi, so tú fert at arbeiða saman við øðrum starvsfeløgum. Uppgávurnar verða fjølbroyttar og snúgva seg um ymiskt innan flogferðslu. Umframt tær kravdu AFIS tænasturnar fert tú eisini at arbeiða við ymiskum altjóða tænastum innan SAR, offshore og briefing.

 

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í miðal 37 tímar um vikuna. Arbeitt verður í vaktum, sum eisini fevna um tillkallivaktir. Arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna. Setanin er harumframt treytað av, at tú verður trygdargóðkend/ur og lýkur heilsukrøvini jf. JAR-FCL Class 2.

Løn sambært avvarðandi sáttmála.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, set teg í samband við Gudny Langgaard, stjóra á Vága Floghavn, tel. 784400 ella gula@fae.fo


Umsóknin skal sendast til:
Vága Floghavn P/F
Flogvøllurin

 

Aftur
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði hjá Art…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Fulltrúar til Heilsu- og innlendismálará…
Umsóknarfreist:
21. jan 2019
Forritari til menningardeildina
Umsóknarfreist:
29. jan 2019
10 handverkarar til timbur­arbeiði hjá Ar…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
ATLANTIC AIRWAYS LEITAR EFTIR SØLUFÓLKI…
Umsóknarfreist:
21. jan 2019
Ert tú okkara komandi tekniski leiðari?
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
FRÍYRKIS-STÝRIMENN (M/­K) TIL ATLANTIC AI…
Umsóknarfreist:
26. jan 2019
Montørar til Rakstrardeild­ina hjá SEV
Umsóknarfreist:
27. jan 2019
Almanna­mála­ráðið søkir eftir tveimum ful…
Umsóknarfreist:
22. jan 2019
Kanjon søkir eftir byggifrøðingi ella ve…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019