Flogtrygdarleiðari til Vága Floghavn

Starvið

Ynskir tú at verða við til at menna føroysku flogferðsluna, so hevur tú nú møguleika at søkja eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum mennist við rúkandi ferð.

Flogtrygdarleiðarin umsitur trygdarøkið (altjóða heitið er security) og flogtrygdarøkið (altjóða heitið er safety).

Sum flogtrygdarleiðari hevur tú beinleiðis tilvísing til stjóran og verður partur av leiðsluni í Vága Floghavn.

Tín høvuðsuppgáva verður at útgreina kunning og krøv frá myndugleikunum til tess at tryggja, at Vága Floghavn til eina og hvørja tíð lýkur øll myndugleikakrøv, hvat flogtrygd viðvíkjur.

 

Tínar uppgávur verða m.a.

• Útbúgva og menna starvsfólk

• Innanhýsis og uttanhýsis frágreiðingar

• Skapa skilagott samstarv og samskifti millum leiðslu, starvsfólk og aðrar áhugabólkar

• Leggja tilrættis, seta í gongd, fylgja við og fylgja upp í mun til krøv og treytir settar av myndugleikunum

• Umsita og menna serligu flogtrygdarskipanina á flogvøllinum (Flogtrygdarpolitikk, -málsetningar, -mannagongdir, -undirvísing, - v.m.)

• At leiða menningarverkætlanir innan flogtrygdarøkið

• Gera trygdarætlanir og váðametingar

• Viðgera innan -og uttanhýsis frágreiðingar frá teimum ymisku aktørunum, ið virka á Vága Floghavn.

 

Persónligir førleikar

• Tú ert liðleiðari við góðum samstarvsevnum, sum støðugt mennir liðavrikini

• Tú virðir tað at finna røttu loysnina grundað á nágreiniligar fyrireikingar

• Tú ert før/ur fyri at savna leiðslu og starvsfólk í mun til felags avbjóðingar, og harvið tryggja best møgulig úrslit

• Tær dámar at skapa best møguligu tænastuna, bæði til kundarnar og innanhýsis í Vága Floghavn

• Tú ert ein persónur, sum regluliga eftirmetir úrslitini og hyggur at, um tingini kunnu gerast betur og skjótari.

 

Yrkisligar førleikar

• Miðallanga ella hægri útbúgving innan verkfrøði ella aðra líknandi útbúgving og royndir

• Leiðsluroyndir frá líknandi starvi

• Góðan kunnleika at leggja tilrættis og fyriskipa

• Góðan teldukunnleika

• Góðar skrivligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum.

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður sett sum skjótast. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag, ella eftir nærri avtalu.

 

Umsóknir

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Gudny Langgaard, á telefon

78 44 00, ella við at skriva teldupost til gula@fae.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 13. januar 2019.

 

Umsóknin skal sendast til

Vága Floghavn P/F

Flogvøllurin

380 Sørvágur

Viðmerk: Flogtrygdarleiðari,

ella sum teldupost til umsokn@fae.fo

 

Vága Floghavn er loftvegis portrið í Føroyum fyri ferðandi til og frá útheiminum. Vága Floghavn varð yvirtikin av Føroya Landsstýri frá danska statinum í 2007, og verður rikin sum sjálvstøðugt partafelag, sum Føroya Landsstýri eigur. Vága Floghavn er í eini menningartilgongd og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatali seinastu árini, eftir at lendingarbreytin varð longd, og nýggj Farstøð varð bygd. Hjá Vága Floghavn starvast 40 fólk, meðan tað hjá øllum virkjum, sum halda til á flogvøllinum, starvast út ímóti 200 fólk.   

Aftur
ATLANTIC AIRWAYS SÓKNAST EFTIR FLOGTERNU…
Umsóknarfreist:
26. jan 2019
Montørar til Rakstrardeild­ina hjá SEV
Umsóknarfreist:
27. jan 2019
Kanjon søkir eftir byggifrøðingi ella ve…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Førari til betongpumpubil
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
ATLANTIC AIRWAYS LEITAR EFTIR SØLUFÓLKI…
Umsóknarfreist:
21. jan 2019
Múrarar til ArtiCon
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði hjá Art…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
10 handverkarar til timbur­arbeiði hjá Ar…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Fulltrúar til Heilsu- og innlendismálará…
Umsóknarfreist:
21. jan 2019
Forritari til menningardeildina
Umsóknarfreist:
29. jan 2019