Fíggjarleiðari til Vága Floghavn

Vága Floghavn sóknast eftir umsitingarleiðara at byrja skjótast gjørligt.

 

Starvið

Tú kemur at hava ábyrgd av fíggjarstýringini hjá Vága Floghavn. Hetta inniber at hava ábyrgd av øllum fyrisitingarligum uppgávum, bókhaldinum, hagtølum, við meira. Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum.

 

Umsøkjarin

Tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni og royndir innan fíggjarstýring og roknskap. Vit vænta, at tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og hevur teldukunnleika til vanligu office forritini og Navision. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og arbeiðir málrættað. Eisini megnar tú at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

 

Treytir

Starvið er avbjóðandi við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning.

Fíggjarleiðarin hevur stóra ávirkan á egin viðurskifti og menningina á Vága Floghavn. Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til stjóran og er partur av leiðsluni. Løn sambært avtalu.

 

Umsóknir

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Gudny Langgaard, stjóra, á telefon 78 44 00, ella við at skriva teldupost til gula@fae.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 13. januar 2019.

 

Umsóknin skal sendast til:

Vága Floghavn P/F

Flogvøllurin

380 Sørvágur

 

Viðmerkt: Fíggjarleiðar

Ella sum teldupost til umsokn@fae.fo

 

Vága Floghavn er loftvegis portrið í Føroyum fyri ferðandi til og frá útheiminum. Vága Floghavn varð yvirtikin av Føroya Landsstýri frá danska statinum í 2007, og verður rikin sum sjálvstøðugt partafelag, sum Føroya Landsstýri eigur. Vága Floghavn er í eini menningartilgongd og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatali seinastu árini, eftir at lendingarbreytin varð longd, og nýggj Farstøð varð bygd. Hjá Vága Floghavn starvast 40 fólk, meðan tað hjá øllum virkjum, sum halda til á flogvøllinum, starvast út ímóti 200 fólk.   

 

 

Aftur
Fulltrúar til Heilsu- og innlendismálará…
Umsóknarfreist:
21. jan 2019
Almanna­mála­ráðið søkir eftir tveimum ful…
Umsóknarfreist:
22. jan 2019
Ert tú okkara komandi tekniski leiðari?
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Múrarar til ArtiCon
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
FRÍYRKIS-STÝRIMENN (M/­K) TIL ATLANTIC AI…
Umsóknarfreist:
26. jan 2019
ATLANTIC AIRWAYS SÓKNAST EFTIR FLOGTERNU…
Umsóknarfreist:
26. jan 2019
ATLANTIC AIRWAYS LEITAR EFTIR SØLUFÓLKI…
Umsóknarfreist:
21. jan 2019
10 handverkarar til timbur­arbeiði hjá Ar…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Førari til betongpumpubil
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Maskinførari til norð­urøkið hjá Landsver…
Umsóknarfreist:
22. jan 2019