Lýsing

Heilsurøkatari og heilsuhjálparar til Sambýlið í Bøgøtu

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Sambýlinum í Bøgøtu, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir

  • Avloysara fyri heilsurøktara á setanarbrøki 0,75 at byrja skjótast til ber til 30. apríl 2018. Skiftandi vaktir og annaðhvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri føstum starvi eftir hetta.
  • Heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,55 at byrja 1. februar 2018 ella eftir nærri avtalu. Skiftandi vaktir og annaðhvørt vikuskifti.
  • Heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,625 at byrja 1. februar 2018 ella eftir nærri avtalu. Kvøld-, náttarvaktir og annaðhvørt vikuskfiti.

Á Sambýlinum í Bøgøtu búgva 8 fólk.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum í Bøgøtu tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgving svarandi til størvini
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Góð samstarvsevni

Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðug størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Pállfríðu Petersen, deildarleiðara, á tlf. +298 793425.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 22. januar 2018.

 

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024