Lýsing

Almannamálaráðið søkir eftir tveimum fulltrúum

Uppgávurnar fevna breitt, m.a. at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Almannamálaráðnum.

Serliga verður talan um at arbeiða við uppgávum innan bústaðarmál, altjóða sáttmálar og persóns-, familju- og arvarætt, men eru størvini ikki avmarkaði til hesar uppgávur.

Talan er  um størv í einum spennandi politiskum umhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti.

                                    

Førleikar

Annar fulltrúin hevur løgfrøðiligt embætisprógv (cand. jur.) og hin fulltrúin hevur viðkomandi samfelagsliga útbúgving, t.d. stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði, løgfrøði ella búskaparfrøði.

Lesandi, sum eru um at gera útbúgving sína lidna, eru eisini vælkomin at søkja. 

Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.Tú tímir og dugir væl at samstarva og samskifta bæði við myndugleikar og borgarar, og tú ert før/-ur fyri at arbeiða undir einum ávísum trýsti. Tú ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur, og tað fellur tær lætt at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi.  

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Almannamálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

 

Almannamálaráðið

Eirargarður 2

FO-100 Tórshavn

 

ella umvegis teldupost á amr@amr.fo

 

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. januar 2019, kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið  við at venda sær til Marjuna T. Magnussen, deildarstjóra, á tlf. 734060 ella umvegis teldupost á marjun.magnussen@amr.fo.

 

Almannamálaráðið umsitur almannamál, bústaðarmál og persóns- familju og arvarætt og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024