Lýsing

Múrarar til ArtiCon

Vit hava eitt vælvirkandi múraratoymi, sum hevur tørv á ágrýtnum múrarum at byrja skjótast til ber.

Vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag. Tú kemur at starvast saman við góðum starvsfólki, sum ganga høgt uppí dygdina, at tað er eitt trygt arbeiðsumhvørvi, og at trivnaðurin skal vera góður.

Vit hava nógvar verkætlanir í gongd í løtuni, og tú kemur at arbeiða í toymum runt um í Føroyum. 

 

Vit vænta, at tú:

  • hevur royndir innan múraraarbeiði
  • er arbeiðssamur/-som
  • er røkin
  • er álítandi
  • hevur góð samstarvsevnir
  • er fleksibul og mobil/ur
     

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð.

Starvið verður sett, skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Severin Niclasen, Arbeiðsleiðari, á telefon 211412 ella til Hera Kjærbo, HR-leiðari, telefon 286171.

Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. januar 2019.

 

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk.

 

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024