Lýsing

Arbeiðsleiðari til betongarbeiði hjá ArtiCon

Kundi tú hugsað tær eina spennandi og avbjóðandi yrkisleið í ArtiCon? Nú hevur tú møguleikan!

Vit sóknast eftir einum arbeiðsleiðara, ið gongur høgt uppí dygd og trygd og sum á ein natúrligan hátt skapar trivnað millum síni starvsfólk.

Sum arbeiðsleiðari kemur tú millum annað at hava ábyrgd av at fylgja arbeiðsætlanini, tryggja at neyðuga byggitilfarið altíð finst á plássinum, og at neyðugu amboðini altíð eru tøk. Tú skal tryggja, at starvsfólkið hevur teir førleikar, sum krevjast, fyri at gera sítt arbeiði.

 

Vit vænta, at tú:

  • dugir væl við fólki og dámar væl at ganga á odda
  • hevur royndir við betongarbeiði
  • fer eftir at náa settar málsetningar
  • ert álitisvekjandi og atkomulig/ur
  • hevur góð samstarvsevnir
     

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Tú hevur góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Starvi verður sett, skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Vil tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Tom Silvurdal, framleiðsluleiðara, á telefon +298 216123.

Umsóknin við lívsrensli skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. januar 2019.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk.

 

Aftur
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024