Lýsing

Goymslufólk til Føroya Bjór

Til nýggju goymsluna á Føroya Bjór tørvar okkum eitt dugnaligt goymslufólk.  

Uppgávurnar eru goymslustýring, vørumóttøka, og at avgreiða bíleggingar v.m.    


Vit vænta:

  • at tú ert álítandi, skipað/ur og røkin.  
  • Tú hevur lætt við at samskifta, og at arbeiða við teldu.    


Í starvinum er neyðugt, at hava truckkoyrikort umframt, at royndir við goymslustýring eru ein fyrimunur.

Føroya Bjór varð stovnað í 1888. Vit framleiða 1 flokks føroyskar drykkivørur: Sodavatn, vatn, øl, saft, cider og spiritus. 40 fólk starvast á Føroya Bjór runt um landi.

Lønarviðurskifti og setanartreytir verða eftir avtalu.    


Umsókn:

Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum skulu sendast til starv@foroyabjor.fo innan 1. februar 2019.

 

Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at ringja til Anniku Waag á tel. 295440.


    

Aftur
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024