Maskinmeistari til elverkið á Strond

SEV sóknast eftir royndum maskinmeistara til verkið á Strond í Klaksvík

Elverkið á Strond hevur um hendi rakstur og hald av sjálvum elverkinum á Strond, og viðlíkahald av teimum átta smáverkunum í Fugloy, Svínoy, Nólsoy, Mykinesi, Skúvoy, Koltri, Hestoy og á Stóru Dímun, ið tilsamans hava 20 framleiðslueindir. Harumframt kemur viðlíkahald av mobilaggregatum. Á elverkinum á Strond starvast í løtuni trý fólk afturat verkmeistaranum.

 

Starvið

Talan er um fast starv hjá SEV. Tú fert fyrst og fremst at arbeiða á elverkinum á Strond, og út frá hesum arbeiðsstaði ferðast tú til hini elverkini eftir tørvi.  Serliga summarhálvuna er fitt av uppgávum á útoyggj. Talan er um dagarbeiði, tó at roknast kann við, at stundum verða uppgávur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinmeistari, og hevur koyrikort til persónbil.  Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir á økinum ella innan líknandi starvsøki.

 

SEV

SEV bjóðar tær:

•          ávirkan á egið arbeiði

•          fakliga menning

•          viðkomandi skeið

 

Løn

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið, og er flokkað í lønarflokki 10.

Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði eftir lokna útbúgving.

Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Sæmund Tausen, verkmeistara á Strond, tel 286902, ella frá Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluna, á tel. 218419.

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi  11. februar 2019 og skulu sendast  til:

 

 

Elfelagið SEV

Postrúm 319

FO-110  Tórshavn

Att: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

 

Ella í telduposti til: starv@sev.fo

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170  fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Aftur
Fulltrúi til fíggjarstýring og roknskap
Umsóknarfreist:
6. mai 2019
Avloysarar til Eldrasambýlið Vesturstova…
Umsóknarfreist:
26. apr 2019
Avloysari til deildina Mentan
Umsóknarfreist:
29. apr 2019
Starvs­fólk til heimatænastuna 2019 í Eys…
Umsóknarfreist:
1. mai 2019
Summar­feriuavloysarar til Almanna­verkið
Umsóknarfreist:
31. mai 2019
Deildarleiðari til deildina Aktuelt
Umsóknarfreist:
29. apr 2019
Tekniskur leiðari
Umsóknarfreist:
26. apr 2019
Sjúkrarøktar­frøð­ingur í farloyvisstarv t…
Umsóknarfreist:
24. apr 2019
Sjúkrarøktar­frøð­ingur í farloyvisstarv t…
Umsóknarfreist:
24. apr 2019
MS Dynamics NAV/­365 ráðgevi
Umsóknarfreist:
30. apr 2019