
Sjúkrarøktarfrøðingur í farloyvisstarv á Norðoya Røktarheim, Niðristova
Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,5, frá 1. mars 2019 (ella so skjótt til ber til) – 31. januar 2020.
Høvuðsendamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran – at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.
Arbeitt verður í dagvaktum og 6. hv. vikuskifti.
Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppstova og Niðristova. Starvið er staðsett á Niðristovu.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og nógvum sjúkrarøktarfakligum avbjóðingum.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. 793430 ella við telduposti til monicaz@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 18. februar 2019.
13. jul 2025

15. jul 2025

4. jul 2025

10. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025

7. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025
