Lýsing

BAKKAFROST søkir Fiskarøktara til Smoltstøðina á Norðtoftum

Sum Fiskarøktari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

 

Arbeiðsøki

Sum Fiskarøktari verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

·       at røkta fiskin

·       at brúka ymiska tekniska útgerð

·       at stýra vatngóðskuni

·       at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Sum fiskarøktari vísir tú til leiðaran á smoltstøðini. Á smoltstøðini verður arbeitt í vaktum, og tú verður partur av hesi vaktarskipan. Tá tú hevur vakt, skalt tú kunna koma til støðina innanfyri 20 min. um nakað skuldi verið áfatt.

 

Tín vangamynd

Sum persónur er tú raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

 

Vit bjóða

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Vit bjóða løn samsvarandi førleikum, útbúgvingarstøði og royndum.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Heina Gregersen, leiðara, á tel. 23 50 96 ella við t-brævi til hegr@bakkafrost.com, ella til Rúna Olsen, smoltalileiðara, á tel. 23 51 25, t-bræv ruol@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta her.

Umsóknarfreistin er 4. mars 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

 

www.bakkafrost.com

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024