Lýsing

Bakkafrost søkir maskinfólk til Smoltstøðina á Strond

Bakkafrost søkir maskinfólk til Smoltstøðina á Strond

Vit søkja eftir einum ágrýtnum maskinfólki til Smoltstøðina á Strond. Sum maskinfólk hjá Bakkafrost fært tú eitt fjøllbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

 

Arbeiðsøki

Smoltstøðin er í gerð og í fyrstu atløgu verða uppgávurnar at leggja rør og installera maskinur og komponentar. Tú verður partur av einari vaktarskipan. Tú kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og kemur m.a. at røkja fylgjandi uppgávur:

·       Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.

·       Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan

·       Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)

·       Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði

·       Røkt av fiski

·       Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

·       Røkja aðrar uppgávur á smoltstøðini

 

Tú fert at hava ábyrgd av øllum vanligum maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling. Tú mást tola ávísar broytingar í starvinum. Á smoltstøðini verður arbeitt í vaktum, og tú verður partur av hesi vaktarskipan. Tá tú hevur vakt, skalt tú kunna koma til støðina innanfyri 20 min. um nakað skuldi verið áfatt.

 

Tín vangamynd

Tú ert útbúgvin eletrikari, smiðjur, maskinistur, maskinmeistari ella líknandi. Tú ert væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Somuleiðis hevur tú góðar KT-førleikar. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

 

Vit bjóða

Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann á tel. 23 57 23, ella við t-brævi til roja@bakkafrost.com ella Rúna Olsen, smoltalileiðara, á tel. 23 51 25, t-bræv ruol@bakkafrost.com

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta her. Umsóknarfreist er mánadagin 11. mars 2018. Starvið verður sett sum skjótast. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

 

www.bakkafrost.com

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024