Lýsing

Hjálparfólk til køkin á Heiminum við Vágna

Vit sóknast eftir

Tveimum hjálparfólkum til køkin á Heiminum við Vágna á starvsbrøki 0,425 at byrja skjótast gjørligt.

Arbeitt verður í dagtímunum og annað hvørt vikuskifti.

Talan er um nýggj og spennandi størv. Endamálið við størvunum er saman við deildar- og køksleiðara at menna umskipanina av mattænastuni á Heiminum við Vágna, ið fyrst og fremst skal tryggja búfólkunum góðan og føðsluríkan kost eftir tørvi.

Á Heiminum við Vágna eru 24 pláss, skipað í tríggjar eindir. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á 2 eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi - hóast førleikatarn.

Dagtilhaldið á Heiminum við Vágna og dagtilhaldið Búðatrøð húsast somuleiðis á niðaru hæddini - her vitja umleið 25-30 fólk dagliga.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst áhugi fyri føðslugóðum kosti og hegni til at starvast í einum køki. Royndir innan matgerð kann vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú er røkin og hevur góð evni at samskifta og samstarva.

Roknast kann við, at virksemið verður víðkað, og tað krevur, at tú ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til framhaldandi at menna tænastuna.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-        NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-        NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-        Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Verða sambært galdandi sáttmála millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara fyri Heimið við Vágna, á tlf. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo ella við at venda sær til Hannilenu Jacobsen, køksleiðara, á tlf. 756594.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 11. mars 2019.

 

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024