Lýsing

Bilførara til Mattænastuna

Vit sóknast eftir

Starvsfólki at koyra døgurðar til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum at byrja 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu. Talan er um hálvtíðarstarv.

Endamálið við starvinum er at veita heimabúgvandi borgarum góðan og føðsluríkan kost eftir tørvi. Ein tænasta, sum skal virka fyribyrgjandi og stuðla undir, at borgarin kann búleikast heima sum longst.

Starvið umfatar eisini at fyrireika útberingina í tøttum samstarvi við køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Tað veri seg at pakka døgurðan og at vera liðið millum borgaran og køkin í mun til ynskir, afturmeldingar, kunning um góða føðslu osfr.

 

Førleikakrøv og karmar

Vit vænta, at tú skilir týdningin av góðum og føðsluríkum kosti til eldri, og at tú hevur góð evni at samstarva og samskifta.

Tað er somuleiðis týðandi, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og hevur evni og vilja til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Útbúgving sum heilsustarvsfólk kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við góðari upplæring. Í tvørfakliga samstarvinum verður dentur lagdur á at stuðla eldra borgaranum í at megna gerandisdagin.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Verða sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Per Johannesen, deildarleiðara fyri Heimatænastuna, á tlf. 793470 ella við telduposti á perj@nbh.fo

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi, mikudagin 20. mars 2019.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024