Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Aftur

Fiskimálaráðið søkir avloysara fyri løgfrøðing

Søkt verður eftir einum løgfrøðingi til Fiskimálaráðið sum avloysari. Talan er um avloysarastarv í tíðarskeiðinum frá 1. apríl 2018 og eitt ár fram.

Høvuðsuppgávur

  • At menna og dagføra tær lógir og kunngerðir, ið stjórnarráðið umsitur, serliga lógarøkið innan fiskivinnu og landbúnað.
  • At standa fyri løgfrøðiligari ráðgeving í síni heild.
  • At standa fyri kæruviðgerð, málsviðgerð og rættarmálum.
  • At tryggja og menna fyrisitingarligar mannagongdir.
  • At luttaka í ymsum arbeiðsbólkum innanhýsis í stjórnarráðnum, eins og í innlendis- og altjóða samstarvi.

Almenn førleikakrøv

  • Kandidatprógv í løgfrøði frá lærdum háskúla ella útbúgving, ið kann javnsetast við hetta.
  • Áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og evni at síggja virkisøkið í síni heild, men eisini megnar at fara í smálutir, tá ávísar arbeiðsuppgávur krevja tað.
  • Góð evni at samskifta í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum fyri leikum og lærdum.

Tað er ein fyrimunur, um tann setti hevur starvsroyndir innan virkisøkið hjá Fiskimálaráðnum ella frá almennari umsiting, men vit heita eisini á óroynd um at søkja.

Setanartreytir
Starvið er fulltíðarstørv og verður flokkað eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið (BLF). Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.

Umsókn
Umsókn við upplýsingum um prógv, royndir og møgulig viðmæli skal sendast til Fiskimálaráðið, Postrúm 347, FO-110 Tórshavn, ella umvegis teldupost til fisk@fisk.fo í seinasta lagi mánadagin 19. februar 2018.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Andras Kristiansen, deildarstjóra á telefon 553 241, ella við at senda teldupost til fisk@fisk.fo.

- - -

Fiskimálaráðið er eitt av átta stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í Fiskimálaráðnum starvast 16 starvsfólk. Umsitingarøkið fevnir um fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og –gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, búnaðarmál, bjarging, tilbúgving og trygd.