Heilsurøktari í farloyvisstarv til Norðoya Røktarheim, Niðristova

Vit sóknast eftir

Heilsurøktara í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,65, frá 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu – 31. mars 2020.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 2. hv. vikuskifti.

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova. Starvið er staðsett á Niðristovu.

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving sum heilsurøktari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. 793430 ella við telduposti til monicaz@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 20. mars 2019.

Aftur
Sálarfrøð­ingur til Sernám
Umsóknarfreist:
4. apr 2019
Lestrarstuðul til PhD verkætlan
Umsóknarfreist:
28. mar 2019
Ábyrgdarblaðstjóri til Dimmalætting
Umsóknarfreist:
7. apr 2019
Handilslærling til SPORT 24 í Klaksvík
Umsóknarfreist:
31. mar 2019
Stjóri til Landsverk
Umsóknarfreist:
5. apr 2019
Tekniskur leiðari
Umsóknarfreist:
26. apr 2019
Leiðari til Brúsa í Leirvík
Umsóknarfreist:
8. apr 2019
LØGFRØЭINGUR TIL LÓGARTÆNASTUNA Í LØGMAN…
Umsóknarfreist:
25. mar 2019
BÓKASAVNSVØRÐUR TIL FUGLAFJARÐAR BÓKASAV…
Umsóknarfreist:
8. apr 2019
Løgfrøð­ingur til Bank Nordik
Umsóknarfreist:
29. mar 2019