Sekreterur til FYSIOklinik

Av tí at virksemið hjá okkum í FYSIOklinikk er vaksið nógv síðstu tíðina, síggja vit ein tørv á einum persóni, ið kann taka sær av ymiskum praktiskum arbeiði her í klinikkini.
FYSIOklinikk er vaksið frá bara at fevna um fysioterapeutiskar veitingar, til at bjóða massagu og psykomotoriska terapi eisini.

Í løtuni eru vit 4 í toyminum, og ynskja vit at finna tann fimta limin til toymi okkara. Vit eru 3 fysioterapeutar og ein psykomotoriskur terapeutur. Í løtuni er ein fysioterapeutur í barsil.

Arbeiði kemur at fevna breitt og tískil er tað týdningarmikið, at tú kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn. Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
- Tvídeilt arbeiði ímillum FYSIOklinikk og ÍÐKA.

  • Sita í móttøkuni í FYSIOklinikk og ÍÐKA.
  • Svara telefonunum
  • Bóka og umbóka kundar
  • Alt fyrifallandi skrivstovuarbeiði

Av tí at vit hava yvirtikið dagligu leiðsluna av ÌÐKA, kemur tú eisini at hava fyrifallandi skrivstovuarbeiði í ÍÐKA.

Arbeiði kemur í fyrsta umfarið at vera tíðaravmarkað til 20 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag kl. 7:45- 11:45.

Hetta er eitt royndarstarv í 6 mðr, har vit síðan eftirmeta starvið og arbeiðsuppgávurnar.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan skrivstovuarbeiði ella hevur eina heilsufagliga útbúgving. Um tú metir hetta starvið vera spennandi og nakað fyri teg, ert tú vælkomin at skriva eina umsókn og senda

hana til okkara á teldupost info.fysioklinikk@gmail.com

Umsøknarfreistin er 17. marts. kl. 9.00.

 

Aftur
Sálarfrøð­ingur til Sernám
Umsóknarfreist:
4. apr 2019
Løgfrøð­ingur til Bank Nordik
Umsóknarfreist:
29. mar 2019
BÓKASAVNSVØRÐUR TIL FUGLAFJARÐAR BÓKASAV…
Umsóknarfreist:
8. apr 2019
Lestrarstuðul til PhD verkætlan
Umsóknarfreist:
28. mar 2019
Vónin søkir teknikara
Umsóknarfreist:
24. mar 2019
Leiðari til Brúsa í Leirvík
Umsóknarfreist:
8. apr 2019
Stjóri til Landsverk
Umsóknarfreist:
5. apr 2019
Ábyrgdarblaðstjóri til Dimmalætting
Umsóknarfreist:
7. apr 2019
Handilslærling til SPORT 24 í Klaksvík
Umsóknarfreist:
31. mar 2019
Frítíðaravloysarar til summarið 2019
Umsóknarfreist:
8. apr 2019