Lestrarstuðul til PhD verkætlan

Ein spennandi møguleiki hjá lesandi at arbeiða við vælferð og føðslu hjá rognkelsum í aliringum. Endamálið er at menna skilabesta føðslutørvin fyri ung rognkelsi, grundað á eina kanning av villum stovnum.

The University of Sterling (IoA) og Fiskaaling í Føroyum vegleiða tann lesandi við verkætlanini. Hin lesandi verður innskrivaður á the University of Stirling og verður fyrst og fremst staðsettur í deildini fyri aling har í tilsamans trý ár.

PhD lestrarstuðulin verður veittur fyri trý ár. Arbeiðið fevnir um at taka royndir frá bæði aldum rognkelsum og frá villum stovnum. Hetta krevur ein eldhugaðan lesandi, ið er sinnaður at arbeiða sambært hesum umstøðunum. Lutfalsliga stórur partur av virkseminum verður tó í Føroyum, har mesta royndarvirksemið fer fram.

Allir umsøkjarar skulu í minsta lagi hava eina upper second class honours degree ella samsvarandi í lívfrøði, djóralækna ella landbúnaðarfrøði. Ynskiligt er eisini við eini MSc degree í eini viðkomandi grein. Skal umsøkjari gera sær góðar vónir um upptøku, er gott við hollari vitan um djóraatferð (serliga um fisk), lívvirkisfrøði og føðslu. Viðkomandi má eisini vera fúsur at arbeiða bæði úti og á alistøðini, á skrivstovu og í starvsstovu.

Lestrarstuðulin er £14.777 (uml. DKK 128.250) um árið. Lestrarvirksemið byrjar væntandi miðskeiðis í 2019.

Umsøkjarar til lestrarstuðulin kunnu seta seg í samband við Dr. Rey (University of Stirling) á teldupost Sonia.reyplanellas@stir.ac.uk ella til Dr. Johannesen (Fiskaaling, Føroyar) á asajoh@fiskaaling.fo. Lívsrensl og umsókn skulu viðfestast.

Seinasta freist at senda inn umsókn er 28. mars 2019.

Les eisini meira á www.fiskaaling.fo

 

 


 

Aftur
Fulltrúi til Heilsu­mála­ráðið
Umsóknarfreist:
20. mai 2024
Royndur maskinførari
Umsóknarfreist:
13. mai 2024
Mekanikari til verkstaðið
Umsóknarfreist:
13. mai 2024
Smiður
Umsóknarfreist:
13. mai 2024