Lýsing

Kostfakligt starvsfólk

Ert tú føðsluatstøðari, kokkur ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving og brennur fyri at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað tær, vit leita eftir.

Køkurin ger mat til sjúklingar og vit leggja dent á, at gera góðan føðslurættan mat, tí vit eru sannførd um, at góður matur hevur stóran týdning og er ein partur av viðgerðini. Eisini gera vit mat til Kafeina og Matarhøllina.

Starvið er á starvsbrøki 0,8 og til setan skjótast gjørligt, møguleiki er fyri hægri starvsbrøki. Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 og vikuskiftisvaktir umleið 3. hvørt vikuskifti.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

Planlegging, fyrireiking, matframleiðsla, pakking, upprudding, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð. 

Førleikar:

tú ert føðsluatstøðari (ernæringsassistent), kokkur ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving
tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
tú hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki


 Persónligir eginleikar:

tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
tú tolir stórt arbeiðstrýst
tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur
tú ert røkin og arbeiðssamur
tú ert fleksibul og tolir broytingar


Vit bjóða:

virknar og dugnaligar starvsfelagar
ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
ávirkan á menningina av tænastum hjá Køkinum
felags innleiðsla fyri nýsett starvsfólk umframt upplæring á staðnum


Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið. 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, kostfakligan leiðara, telefon 304500, lokal 1260, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Umsóknarfreistin er 20. mars 2019

Søk starvið her

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024